kr. 24.995,00
Prísur við standard uppsetan
Vídd á búðeind: 150 m²
Ljóðastig: 18 db
Egna sum: Høvuðs- og ískoytis hitaskipan
Ert tú í iva um hvør hitaskipan er tann rætta til tín tørv? Ein luft-til-luft skipan er væl egna sum høðvushitaskipan í smærri búeindum ella sum supplerandi hitaskipan í størri búeindum.
Ein luft-luft skipan hevur ein útipart og ein innipart. Skipanin virkar á tann hátt, at hon umvegis útipartin gagnýtir ta nátúrligu orkuna, sum er í luftini. Hendan orkan verður gagnýtt soleiðis, at hon hitar eina kølivesku inni í skipanini, sum umvegis ein kompressara, leiðir luftina inn og hitar rúmiđ.
Panasonic HZ25WKE er partur av nýggjastu røðini frá Panasonic og er partur av sonevndu flaship-røðini hjá Panasonic. Hetta merkir at hetta er besta útgávan hjá Panasonic innan luft til luft hitapumpur.
Millum annað er hitapumpan sera frigarlig við einum óljóðstigi á bert 18db. Haravtrat er útiparturin eyka mótstøðuførur við síni Nordic Blue-fin teknologi ið merkir at útiparturin hevur blá-lakkera alukøliskipan og tí er betri vardur. Haravtrat hevur útiparturin eitt eyka lag av lakki fyri at verða mótstøðufør ímóti norðurlendska veðurlagnum og harvið hava eina longri livitíð.
Skipanin hevur eina nanoeTM X-teknologi ið reinsar luftina, tekur burtur lukt og niðurbrýtur bakteriur, pollen og annað. Hetta ger at pumpan er væl egna í einum heimi har fólk við ovurviðkvæmi eru.
Skipanin hevur eitt SCOP virið á heili 5,2 ið merkir at fyri hvørt kilo Watt (kW) hitapumpan brúkar gevir hon 5,2 kW av hita.
Hitapumpan hevur ein hitakapasitet áljóðandi 7,4 kW. Hettar merkir at pumpan er væl egna til búeindir upp til áleið 150 m2. Hon er tí sera væl hóskandi til summarhús, smáttur, garasjur, neyst ella sum eyka hitakelda til verandi orkuskipan í eini størri búeind.
INVERTER SYSTEM
Fyri at gera pumpuna so effektiva sum møguligt hevur hon nýggjastu invertara tøkni. Hettar ger at pumpan støðugt tillagar seg hitalagið í rúminum fyri at optimera streym nýtsluna.
Orkuskipanin er útgjørd við nýggjastu WIFI-tøkni ið ger tað lætt at stýra hitalagnum frá eini app á telefonini. Eisini ber til at stýra eindini við bæði Google Assistent og Amazon Alexa.
Vøran er á goymslu hjá veitara. Veitingartíð er 7-14 arbeiðsdagar.
Hitapumpan skal setast upp av góðkendum uppsetara. Annars fellur garanti’ið burtur.
Les meir um uppsetan her
Luft-til-luft | Sum høvuðshitakelda, Sum ískoytis hitakelda |
---|---|
Kvadratmetrar | 150 m² |
Wifi | Ja |
Útipart | Við |
Veitari | Panasonic |
Ljóðstig Inni | 18 |
Prísur við standard uppsetan
Vídd á búðeind: 100 m²
Ljóðastig: 22db
Egna sum: Høvuðs- og ískoytis hitaskipan
Prísur við standard uppsetan
Vídd á búðeind: 150 m²
Ljóðastig: 22 db
Egna sum: Høvuðs- og ískoytis hitaskipan
Prísur við standard uppsetan
Vídd á búðeind: 170 m²
Ljóðastig: 21 db
Egna sum: Høvuðs- og ískoytis hitaskipan
Farspor | Tíðarlongd | Lýsing |
---|---|---|
cookielawinfo-checbox-analytics | 11 months | Hetta farsporið er sett av GDPR Cookie Consent plugin. Farsporið verður brúkt til at goyma brúkarans samtykki fyri ”Hagtøl”-farspor. |
cookielawinfo-checbox-functional | 11 months | Hetta farsporið er sett av GDPR Cookie Consent plugin. Farsporið verður brúkt til at goyma brúkarans samtykki fyri ”Avrik”-farspor. |
cookielawinfo-checbox-others | 11 months | Hetta farsporið er sett av GDPR Cookie Consent plugin. Farsporið verður brúkt til at goyma brúkarans samtykki fyri ”Onnur”-farspor. |
cookielawinfo-checkbox-necessary | 11 months | Hetta farsporið er sett av GDPR Cookie Consent plugin. Farsporið verður brúkt til at goyma brúkarans samtykki fyri ”Neyðugt”-farspor. |
cookielawinfo-checkbox-performance | 11 months | Hetta farsporið er sett av GDPR Cookie Consent plugin. Farsporið verður brúkt til at goyma brúkarans samtykki fyri ”Brúkarauppliving”-farspor. |
viewed_cookie_policy | 11 months | Hetta farsporið er sett av GDPR Cookie Consent plugin og verður brúkt til at goyma dáta hóast brúkarin ikki hevur samtykt. Tó verður ongin persónlig dáta goymd. |
Ummæli
Har eru ongin ummæli enn.