Climashop
Vitan

Spurningarnir kunnu gerast nógvir, tá talan er um keyp av eini hitapumpu.
Vit hava roynt at svara nøkrum av hesum her.

Spurningar og svar

Niðanfyri hava vit svara teimum spurningum, ið okkara kundar oftast hava
tá teir ætla at ogna sær eina nýggja hitaskipan.

Skriva til okkara, um tú ikki fært svar uppá tín spurning.

Hitapumpur verða í Føroyum í flestum førum nýttar í samband við at hita. Tó kunnu hitapumpur eisini køla og virka sum avfuktarir. Harumframt filtrera hitapumpur eisini luftina kunnu tí verða við til at skapa eitt betri inniklima. 

Luft-til-luft hitapumpur kunnu sum heild nýtast ístaðinfyri el-ovnar, hita-blásarar og brenniovnar, ella nýtast sum stuðlandi hitakeldur til eina verandi hitaskipan, t.d. oljufýring, luft-til-vatn hitapumpu, jarðhita, fjarhita v.m.

Luft-til-vatn hitapumpur kunnu nýtast ístaðinfyri oljufýring, jarðhita, fjarhita, v.m.

Ein luft-til-vatn hitapumpa kemur fullkomiliga í staðin fyri oljufýringina. Í stuttum, tekur hitapumpan kalda luft inn í ein kompressara, økir lufthitan við at komprimera luftina og gera hana til heitt vatn. Hetta vatnið fer síðan inn í hitaskipanina í húsinum, sum bæði hitar húsið og brúksvatnið. 

Fyrimunurin við luft-til-vatn hitapumpum er, at tær eru skjótar at seta upp og krevja lutfalsliga lítið pláss, sum hóskar seg væl til bæði gólvhita og radiatorar. Somuleiðis er tað er ein fullkomiliga grøn og byrðardygg hitaloysn, sum allar flestum førum hevur munandi sparingar við sær, í mun til aðrar burðardyggar loysnir eru luft-til-vatn hitapumpur lutfalsliga bíligar. Til dømis eru luft-til-vatn hitapumpur væl bíligari enn eitt nú jarðhita-skipanir, sum oftast áleið helvtina bíligari. Somuleiðis hava Luft-til-vatn hitapumpur hava verið á marknaðinum leingi, so hesar hitaskipanir eru væl skjalprógvaðar og royndar, í mun til aðrar “nýggjari” skipanir. 

Luft-til-vatn hitapumpur verða vanliga nýttar í sethúsum ella summarhúsum. Ein luft-til-vatn hitapumpa hevur, í flestu førum, fíggjarligar fyrimunir við sær, í mun til at upphita hús og forbrúksvatn. Luft-til-vatn hitapumpur kunnu brúkast ístaðinfyri oljufýring, fjarhita og jarðhita. 

Monoblok

Hugtakið “monoblok” verður nýtt í samband við luft-til-vatn hitapumpur, og merkir at skipanin er uppbygd soleiðis, at hon hevur ein kompaktan útipart og bert ein minni innipart. Hendan skipanin hóskar seg tískil væl, um lítið pláss er innandura. Monoblok skipanin hevur tann fyrimun, at hon sum oftast kann bindast beinleiðis til verandi innleggingar (heitvatnstanga o.ø.) uttan stórvegis broytingar. Tí mæla vit til at nýta hesa skipan, tá ið skift verður frá einari eldri hitaskipan so sum oljufýring. Hettar orsaka av, at man í flestum førum fær endurnýtt partar av verandi innleggingum.

 

Split

Hugtakið “split” verður nýtt í samband við luft-til-vatn hitapumpur, og merkir, at skipanin er uppbygd soleiðis at hon hevur ein útipart og ein innipart. Í flestu førum er inniparturin í split skipanini størri enn í monoblok skipanini. Hetta kemst av, at split skipanin m.a. hevur innbygda sirkulatiónspumpu og heitvatnstanga á 280 L. Tískil mæla vit til at nýta split skipanir, tá ið talan er um nýggj hús, ella um tørvur er á at skifta alla orkuskipanina.

Tað eru nógv viðurskifti sum spæla inn, og tískil eru sparingarnar ógvuliga ymiskar. Í nøkrum serstøkum støðum, við teimum røttu umstøðunum, hevur man sæð sparingar á orkunýtsluni á uml. 70%, og aðrastaðni “bert” 20%. Sum heild kann tó sigast, at luft-til-vatn hitapumpur eru so mikið effektivar, at tær sannlíkt fara at spara tína orkunýtslu. Sparingin er millum annað treytað av tínari núverandi hitakeldu, hvussu væl húsini eru isoleraði o.s.fr. Luft-til-vatn hitapumpur eru el-drivnar og framleiða uml. 3,5-5 ferðir so nógva orku (hita), sum tær nýta í streymi. Hetta ger, at luft-til-vatn hitapumpur eru sera bíligar at reka, umframt at vera ein burðardyggur valmøguleiki í mun til oljufýring, nátturugass ella fjarhita.

Sambært kanningum á Aalborg Universiteti og frágreiðingum frá Advance A/S, gjørdar vegna Dansk Energi og Energistyrelsen, verður víst á, at orsøkin til, at nógv ikki velja sær eina luft-til-vatn hitapumpu heldur enn eina oljufýring, er vantandi vitan innan økið og teir fyrimunir, ið eru í samband við at hava eina luft-til-vatn hitapumpu. Kanningarnar vístu, at 59% av teimum 1872 spurdu, herav yvir 1000 húsaeigarar, ikki vistu, at ein luft-til-vatn hitapumpa var ein valmøguleiki heldur enn ein oljufýring, gassfýrur ella el-upphitari. Somuleiðis vístu kanningarnar, at heili 27% av luttakarunum, sum heild, onki vistu um hitapumpur. Hesar kanningarnar taka støði í Danmark, men tað er sannlíkt, at sami tendensur er í Føroyum. Samanumtikið meta vit, at orsøkin til at tað ikki eru so nógv sum hava luft-til-vatn hitapumpur heldur enn oljufýring, er ein yvirskipað vantandi vitan innan økið millum fólk, hóast stórar sparingar og burðardygd.

Ein luft-til-luft hitapumpa tekur kalda luft inn í ein kompressara, økir lufthitan og blæsur hann inn í húsið. Ein luft-til-luft hitapumpa er eitt gott ískoyti til verandi hitakelduna, t.d. luft-til-vatn hitapumpu, jarðhita, fjarhita, oljufýring o.s.fr., tí íløgan er rímiliga lítil, og royndir vísa, at hon tekur ein góðan part av oljurokningini. Ein luft til luft-hitapumpa hóskar seg sera væl til upphiting av garasjum, neystum o.s.fr.

Fyrimunurin við luft-til-luft hitapumpum, at hon er skjót at seta upp, lutfalsliga bílig, skjót íløga at vinna inn aftur, krevur lítið pláss.  

Ein luft-til-luft hitapumpa er serliga væl egnað til at hita ella køla smærri sethús, summarhús, neyst, útistovur, garasjur, kjallarar o.l. Vanliga verða luft-til-luft hitapumpur nýttar til at hita øki, sum eru upp til 120 m2. Luft-til-luft hitapumpur kunnu, sum áður nevnt, hita og køla, men haraftrat kunnu tær eisini nýtast til at fyribyrgja fuktskaðar. Vanliga verður ein 8-stigs funktión nýtt til hetta. Luft-til-luft hitapumpur hita ella køla bert luft og ikki forbrúksvatn, gólvhita, radiatorar o.l.  

Luft-til-luft hitapumpur verða vanliga nýttar til at hita smærri hús ella rúm, og í stuttum kann man siga, at hetta verður gjørt við at hita køldu luftina uttanfyri og blása hana inn í húsið/rúmið. Hetta ger ein luft-til-vatn hitapumpa ikki. Luft-til-vatn hitapumpur taka køldu luftina uttanfyri, endurnýta hitan í luftini og hita síðani húsið umvegis gólvhita, radiatorar og forbrúksvatnið. Tá tað er sagt, hava vit luft-til-luft hitapumpur (Olimpia Splendid Unico Boiler), sum hava ein heittvatnstanga tilsettan. Hendan skipanin ger, at man kann hita/køla hús ella rúm og samstundis hava atgongd til heitt vatn. Hendan skipanin hóskar serliga væl til eitt nú neyst og smærri summarhús.

MVG afturberingarskipanin bleiv samtykt 18/2/2021 og hevur við sær at møguleiki er fyri at fáa afturgoldið MVG, sum er goldið í samband við keyp av hitapumpum. Ein treyt fyri at fáa MVG afturgoldið er, at hitapumpuskipanin verður uppsett av góðkendum uppsetara og tað eru allir samstarvsfelagar hjá Climashop. Tískil kanst tú fáa MVG afturgolið, tá ið tú keypur hitapumpur fra Climashop. MVG verður afturgoldið, tá ið hitapumpan er sett upp, og rokningarnar eru goldnar.

Sum útgangstøði hevur tú møguleikar fyri bíligari streym, um hitapumpan er góðkend sambært byggikunngerðini 2017 (BK17). Í løtuni er hendan ásetingin í BK17: 8.6.4 Hitapumpur og køliútbúnaður, stk. 2: Hitapumpur skulu lúka krøvini í “EU-forordning nr. 813/2013/EU” og “EU-forordning 206/2012/EU”. Allar hitapumpurnar hjá Climashop lúka hesi krøv og eru sostatt góðkendar, so tú hevur møguleikan at fáa bíligari streym. Hetta verður váttað og skjalprógva av elinnleggjaranum, tá ein uppseting verður gjørd.

Tó skal viðmekjast at fyri at SEV skal hava møguleikan at veita tann bíligari streymin til hitapumpuna, so krevst at ein “grønir” málari verður uppsettur. Kostnaðurin fyri ein grønan málara, er skiftandi frá elinnleggjara til elinnleggjara, men er áleið kr. 10.000,00-15.000,00. Eingin áseting er um, at skiftið frá olju til el skal vera totalt. Sostatt kann ein luft-til-luft hitapumpa, líka væl sum ein luft-til-vatn hitapumpa, sum er góðkend sambært BK17, eisini koma undir hesa skipan.

Tað eru nøkur lyklatøl man hyggur eftir í hesum sambandi, nevniliga: COP, SCOP, SEER

 

COP er ein stytting fyri “coefficient of performance” og vísir á sambandið ímillum hitan tú fært úr hitapumpuni og streymin, sum hitapumpan nýtir. Tess størri tal, tess størri er effektiviturin hjá hitapumpuni. 

COP virðið kann nýtast til at samanbera tvær ymiskar hitapumpur. Eitt dømi: Ein hitapumpa við orkufrámerki A, 12kW við COP virði á 3,5 verður samanborin við orkufrámerki B, sum somuleiðis er 12 kW, men hevur eitt COP virði á 3,0. Orkufrámerkið A er effektivari enn orkufrámerkið B. Tó kann man ikki nýta COP virðið einsamalt í síni avgerð.

Haraftrat skal man leggja til merkis, at COP virðið er galdandi fyri ásett hitastig/kuldastig. Eitt COP virði á 4,1 við 2/35°C merkir t.d., at hetta COP virðið er galdandi tá tað eru 2°C kuldastig uttanfyri og hitin á forbrúksvatninum er 35°C.

 

SCOP er ein stytting fyri “seasonal coefficient of performance” og vísur neyvari á, hvussu effektiv hitapumpan er. SCOP virðið vísur á effektivitetin hjá hitapumpuni ígjøgnum árið og tekur hædd fyri árstíðirnar. 

Eitt SCOP virði á 4,8 merkir, at hitapumpan í miðal veitir 4,8 ferðirnar orkuna aftur, sum hon nýtir. T.d., um tú nýtir 1 kW av streymi, so fært tú 4,8 kW aftur í hita.

Tó skulu hesi virði takast við fyrivarni, tí mátingar ofta eru gjørdar, har hitin uttanfyri er lutfalsliga høgur, og at eitt modell av hitapumpu, sum hevur ein góðan effektivitet við 7°C, kann vera minni effektivt, enn eitt annað modell við -3°C.

 

SEER er ein stytting fyri “Seasonal Energy Efficiency Ratio”. Hetta virðið lýsir, hvussu væl hitapumpan riggar. Tess hægri SEER virðið, tess effektivari er hitapumpan og tess lægri eru el- og viðlíkahaldsrokningarnar. SEER virðið verður funnið á royndarstovum, har man kannar, hvussu væl hitapumpan riggar í skipaðum innandura og uttandura viðurskiftum. Tískil er tað eisini møguligt at gera royndir við hitapumpunum undir akkurát somu viðurskiftum og tí ber eisini til at samanbera hitapumpur frá ymiskum framleiðarum.

Hægri SEER virði fáast, tá hitapumpurnar verða framleiddar við nýggjari og betri tøkni. Tískil hevur SEER virðið seinastu árini havt stóra ávirkan á kostnaðin av hitapumpum og somuleiðis havt stóran týdning í marknaðarførsluni.

Ein luft-til-vatn hitapumpa kann setast til radiatorar, gólvhita ella bæði. Harumframt hitar hon eisini forbrúksvatnið í krananum og brúsuni. Ein luft-til-vatn hitapumpa er ein burðardygg orkuskipan, ið kemur fullkomiliga í stað fyri eitt nú oljufýringina. 

Støddin á hitapumpuni verður givin í kW og vísur á, hvussu stórt øki hitapumpan megnar at hita.

Tá ið talan er um luft-til-vatn sum oftast verða brúktar sum høvuð-hitapumpuskipanum er hetta galdandandi: Tess størri hús, minni isolering og fleiri fólk í húskið, ið nýta heitt vatn, tess størri skal hitapumpan vera fyri at megna uppgávuna.

Vegleiðandi minsta stødd av hitapumpu (kW) í mun til m2 kann síggjast niðanfyri (vanlig bjálving).

 

Luft-til-vatn sum høvuðshitakelda:

  • 5.0 kW = 80 m2
  • 7.0 kW = 120 m2
  • 9.0 kW = 150 m2
  • 11 kW = 180 m2
  • 12 kW = 200 m2
  • 14 kW = 230 m2
  • 16 kW = 265 m2
  • 18 kW = 300 m2
 

Luft-til-luft sum høvuðshitakelda:

  • 2.8 kW = 40 m2
  • 3.5 kW = 70 m2
  • 5.5 kW = 120 m2
  • 7.0 kW = 150 m2

 

Tá ið talan luft-til-luft hitapumpur, sum oftast verða brúktar sum ískoytishitaskipanir, kann man loyva sær brúka somu stødd av hitapumpu til eitt sindur størri økið. Hetta kemur av tí, at ískoytishitakeldan ikki ber høvuðsábyrgdina av at hita økið, og tá er skal sum oftast ikki líka nógv til, fyri at ískoytiskeldan fær tann ynskta virknaðin.

 

Luft-til-luft sum ískoytishitakeldur:

  • 2.8 kW = 70 m2
  • 3.5 kW = 100 m2
  • 5.5 kW = 150 m2
  • 7.0 kW = 190 m2
 

Ein ventilationsskipan/útluftingarskipanin syrgir fyri, at javnvágur er ímillum luftmongdina, sum verður sogin út í mun til luftmongdina, sum verður blást inn í húsið. Hetta ger at luftin í húsinum verður skift út og tryggjar harvið eitt gott inniklima.

Í húsum sum verða bygt eftir nýggjastu byggisamtykt, er tað krav at hava eina ventilatiónsskipan sum sýgur minst 72 m3/t í køkinum, 36 m3/t í bryggers, 54 m3/t í brúsurúmi og 36 m3/t á vesinum.


Somuleiðis, eru nýggj hús, so væl bjálvaði og tøtt at tey ikki fáa ”andað.” Hetta økir um vandan fyri fuktskaðar og blámusopp. Fuktur og blámusoppur skal takast í álvara, tí tað kann arga eygu og nøs, og kann verða serliga ringt fyri persónar, sum hava astma. Vánalig inniluft kann elva til møðsemi og høvupínu, og kann økja um vágan fyri menning av allergi. Ventilatiónsskipan syrgir fyri verður luftin støðugt skift út við nýggja og fríska luft, soleiðis at vágin fyri fukt– og hýggjskaðum verður munandi minni, og harvið ikki heilsuskaðilig at vera í.

Við eini ventilatiónsskipan livir ein sostatt upp til nýggjastu byggisamtykt og fær samstudis eitt frískt og heilsugott inniklima.

Umframt, at ein útluftingarskipan gevur betri inniluft, so hava flestu ventilatiónsskipanir ein hitavekslara, ið ger at ventilatiónsskipanin endurnýtur ímillum 82-91% av hitanum í luftini ið verður útskift.

Krøvini í dag til m.a., óljóð frá ventilatiónsskipanum gerast strangari og strangari. Eitt ljóðstig fyri eina ventilatiónsskipan til eitt vanligt hús er oftani áleið 43-49dB(A).

Við okkara tilmælum og loysnum til eina ventilatiónsskipan, kemur man ikki at hoyra útluftingina, men at merkja hana – tí vit vita, við okkara royndum, hvar- og hvat slag av m.a., ljóðdemparum skulu nýtast, hvussu skipanin skal setast upp o.s.fr. Í okkara ráðgeving hevur ljóð, og harvið kundanøgdsemi høga raðfesting.

Tað er ógvuliga ymiskt, hvør prísurin er fyri eina heildarloysn. Prísurin er ann uppá, hvussu stórt húsið er, hvør luftumbýtingartørvurin er, hvussu nógvar hæddir húsið hevur og hvussu tað er uppbygt.

Í Climashop hava vit valt at gera tað lætt hjá tær at finna ein vegleiðandi prís uppá hvat ein ventilatiónsskipan til títt hús kostar, við at gera pakkaloysnir, har vit hava samansett ventilatiónsagrigat av ymiskum støddum og ventilatiónstilfar, og harvið gjørt pakkaloysnir til ymiskar støddir av búeindum. Sí pakkaloysnir prísir her. 

Til ber eisini at trýsta á her, so vilja vit fegin geva tær eitt óbindandi tilboð.

Ja, tað kanst tú. 

Hjá Climashop vilja vit gera tað ómakaleyst. Tískil bjóða vit pakkaloysnir við øllum tilfari til ventilatiónsskipanina, uppsetanartekningar, og eina pakkagaranti til viðskiftafólk, ið vilja seta ventilatiónsskipanina upp sjálvi. Someuleiðis bjóða vit óavmarkað vegleiðing og ráðgeving umvegis telefon. 

Um tørvur er á hjálp, so koma vit sjálvandi á staðið, og kunnu eisini takað okkum av uppsetanar arbeiðinum. 

Les meir um uppsetanartekningar og pakkagaranti her. 

Les meir um uppsetan her

Tað er umráðandi at undurlagið har hitapumpan skal standa hevur rætta dimensión.

Sí tekning of mát her: 

Handil