Keypsviðurskifti
Gjald:
Vit taka ímóti gjald við gjaldskorti: Dankort, Visa og MasterCard. Tær upplýsingar, kundin gevur tá hann keypur, verða beinleiðis sendar til PBS í duldum formi (SSL), sum bara kundin og PBS kunnu avlesa. Tessvegna eru ikki onnur, ið kunnu síggja persónligar upplýsingar.
Bíleggingarváttan:
Tá ein vøra verður keypt frá Climashop, fær kundin eina bíleggingarváttan uppá sína vøru. Váttanin verður send til kundan umvegis teldupost. Sami postur er váttan fyri keyp og verður nýtt í samband við garanti og tískil verður mælt til at goyma váttanina.
Garanti:
Allar vørur á Climashop.fo eru fevndar av 2-ára garanti. Tó bjóðar Climashop 5-ára garanti uppá allar hitapumpur, um árligt standard eftirlit verður hildið.
Útbering:
Um vøran er á goymslu í Føroyum, hevur kundin vøruna innan 2-3 arbeiðsdagar frá bíleggingardegi. Um kundin hevur bílagt uppsetan, verður veitingartíðin eftir avtalu. Um so er, at vøran er á fjargoymslu, kann kundin vænta at hava vøruna innan 7-14 arbeiðsdagar, um ikki annað verður fráboðað.
Útberingin er ókeypis fyri allar vørur.
Uppseting:
Bíleggur tú eina hitapumpu frá Climashop, seta vit ella samstarvsfelagi okkara, Signar Kalsberg Sp/F, seg í samband við teg fyri at avtala nærri í samband við uppsetanina.
Hitapumpur sum hava meir enn 1 kg av kølievni, skulu setast upp av góðkendum uppsetara fyri at 5-ára garantiið er galdandi. Uppsetarin skal hava góðkent loyvisbræv. 5-ára garantiið fellur burtur, um so er, at uppsetarin ikki hevur góðkent loyvisbræv. Somuleiðis er krav um góðkendan uppsetara, um ein vil fáa gagn av MVG afturberingarskipanina.
Eftirlitsavtala:
Til ber at stovna eina eftirlitsavtalu til víðlíkahald av hitapumpuni, sum verður gjørt av okkara samstarvsfelaga Signar Kalsberg Sp/F. Fyri at 5-ára garantiið skal vera galdandi er tað neyðugt at árliga eftirlitið verður hildið.
Móttøka:
Um so er, at kundin sær, at vøran er skødd, tá hann fær vøruna, skal hann beinanvegin seta seg í samband við Climashop á climashop@climashop.fo.
Klagur/endurgjald:
Sambært keypilógini, hevur tú sum kundi 24 mánaðar endurgjaldskrav. Keypilógin kann nýtast í samband við øll vørukeyp á Climashop.fo, tó ikki aðrar tænastur.
Heldur kundin, at keypti luturin hevur ábrek, skal hann boða frá hesum, í seinasta lagi tvey ár eftir, at hann fekk lutin. Ger hann ikki tað, kann hann ikki seinni føra fram, at luturin hevur ábrek og harvið gera endurgjaldskrav.
Er kundin ikki nøgdur við tænastuna, kann hann seta seg í samband við okkum á 29 90 90 ella á teldupostadressu: climashop@climashop.fo.
Um so er at kundin hevur rætt til endurgjald merkir tað, at hann antin kann fáa vøruna umvælda, umbýtta, avsláttur av upprunaprísi ella peningin afturgoldnan.
Vit mæla til at kundin setur seg í samband við Climashop fyri nærri ráðgeving viðvíkjandi klagu/endurgjaldi.
Iðranarrættur:
Sum kundi hevur tú 14 dagar at angra títt keyp á Climashop, um hitapumpan ikki er uppsett. Um hon er uppsett, ber ikki til at angra keypi.
Tað ber ikki til at angra títt keyp, við at nokta móttøku av vøruni.
Vørustandur, um vøran verður send aftur:
Um vøran hevur mist virðið, vegna misnýtslu, kann kundin bert fáa part aftur av upprunaliga keypsprísinum. Upphæddin, kundin kann fáa aftur, verður ásett útfrá góðskumeting av vøruni. Hetta kann merkja, at kundin bert fær fraktkostnaðin afturgoldnan. Hetta er galdandi fyri allar vørur seldar til privatkundar og er ikki galdandi fyri vinnukundar.
Vit mæla til at nýta upprunaligu innpakkingina, um vøran skal sendast aftur.
Afturgjald av keypi:
Um kundin ynskir at nýta iðranarrættin, rindar Climashop fulla upphædd av vøruni, umframt útberingarkostnaðin. Afturgjaldið verður flutt á upplýsta konto.
Climashop loyvir sær at halda aftur endurgjaldið, til vøran er afturkomin til Climashop. Um kundin angrar sítt keyp, skal vøran sendast aftur til Climashop. Adressan verður upplýst, alt eftir, hvør vøran er.
Handfaring av persónsupplýsingum:
Climashop hevur brúk fyri fylgjandi upplýsingum, tá tú keypur frá okkum:
Navn, bústað, telefonnummar og teldupost.
Climashop skrásetur og gevur bert víðari tær persónsupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at veita tænastu og útbering til kundan.
Tá tørvur ikki longur er á upplýsingunum, strikast tær úr okkara skipan.
Climashop samstarvar bert við dátugreinarar í londum, sum kunnu veita neyðugu trygdina av persónsupplýsingum.
Dátuábyrgdari hjá www.climashop.fo er ÍVF Climashop Føroyar.
Kundin hevur rætt til at verða kunnaður um, hvørjar upplýsingar Climashop viðger um kundan.
Metir kundin at upplýsingarnar eru skeivar ella óneyvar, hevur kundin rætt til at fáa hetta rættað.
Kundin kann eisini seta seg í samband við Climashop á: climashop@climashop.fo, um hann metir sínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar í stríð lóggávuna um dátuhandfaring.