Ring inniluft kann vera heilsuskaðilig og kann í summum førum viðvirka til astma og allergi, elva til møðsemi og konsentratiónstrupulleikar. Tískil er eitt støðugt luftskifti við eini ventilatiónsskipan týdningarmikil. Í búðeindum verður ventilatiónin brúkt til at beina burtur vøkstur av blámusoppi ímeðan arbeiðspláss serliga nýta ventilatiónskipanir til at beina burtur koltvíiltu og harvið tryggja trivna og góða heilsu.
Ventilatiónsskipanin hevur ein hitavekslara, sum hevur til uppgávu at hita upp fríðsku innblásingarluftina. Í hitavekslaranum verður hetta gjørt við at fríska luftin ið verður trekt inn, óbeinleiðis, kemur í kontakt við upphitaðu luftina sum verður sogin út úr húsinum. Við at nýta eina ventilatiónsskipan ið hevur ein hitavekslara, lækkar tørvurin á orku, orsaka av at mest sum allur hitin sum er í luftini sum fer út, verður endunýttur. Á hendan orkusparandi hátt, verður luftin støðugt skift út hvønn tíma og hvønn dag, árið runt og tryggjar góða heilsu og trivnað.
Climashop strembar altið eftir at gera tað einfalt og ómakaleyst hjá sínum viðskiftafólkum. Tí inniheldur prísurin uppá eina samlaða ventilatiónseind frá Climashop tríggjar partar:
Ynskir tú at vit taka okkum av uppsetanini ber hetta eisini til. Prísurin fyri eina standard uppsetan av Nilan Comfort CT200 2021 er kr. 24.995.- v/mvg.
Les um standard uppsetan her.
Vælumtøkta Nilan Comfort CT200 er millum nýggjastu modellini úr ventilatiónsrøðini hjá danska felagnum, Nilan. Skipanin er útgjørd við nýggjastu tøkni ið ger at ventilatiónseindin er orkusparandi, ljóðveik og livur upp til dagsins krøv. Nilan Comfort CT200 er væl egnað til búeindir upp til 150m2 ella búðeindir ið skulu hava 3-4 rúm (innblásingar) og 2-3 vátrúm (køk, ves, byggers) (útsúgvingar). Við í Nilan Comfort CT200 fylgir eitt HMI touch panel, ið gevur eina lætta og ómakaleysa stýring av ventilatiónsskipanini. Somuleiðis gevur HMI touch paneli yvirblikk og boðar frá tá filtri í skipanini skal skiftast.
Skipanin er sera orkusparandi orsaka av at innbygda hitaveklsarinum endurvinnur hon áleið 85% av hitanum umvegis nýggjastu tøkni innan økið. Hettar merkir at luftin ið verður leidd inn i rúmið er næstan somu hitastig sum rúmhitin og tískil er Nilan Comfort CT200 í orkuflokki A.
Vøran er á lagri hjá leverandøri. Veitingartíð er 7-14 arbeiðsdagar.
Farspor | Tíðarlongd | Lýsing |
---|---|---|
cookielawinfo-checbox-analytics | 11 months | Hetta farsporið er sett av GDPR Cookie Consent plugin. Farsporið verður brúkt til at goyma brúkarans samtykki fyri ”Hagtøl”-farspor. |
cookielawinfo-checbox-functional | 11 months | Hetta farsporið er sett av GDPR Cookie Consent plugin. Farsporið verður brúkt til at goyma brúkarans samtykki fyri ”Avrik”-farspor. |
cookielawinfo-checbox-others | 11 months | Hetta farsporið er sett av GDPR Cookie Consent plugin. Farsporið verður brúkt til at goyma brúkarans samtykki fyri ”Onnur”-farspor. |
cookielawinfo-checkbox-necessary | 11 months | Hetta farsporið er sett av GDPR Cookie Consent plugin. Farsporið verður brúkt til at goyma brúkarans samtykki fyri ”Neyðugt”-farspor. |
cookielawinfo-checkbox-performance | 11 months | Hetta farsporið er sett av GDPR Cookie Consent plugin. Farsporið verður brúkt til at goyma brúkarans samtykki fyri ”Brúkarauppliving”-farspor. |
viewed_cookie_policy | 11 months | Hetta farsporið er sett av GDPR Cookie Consent plugin og verður brúkt til at goyma dáta hóast brúkarin ikki hevur samtykt. Tó verður ongin persónlig dáta goymd. |
Ummæli
Har eru ongin ummæli enn.